Bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til lærugreinina virkisbúskap stig B í Hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur lesaranum natúrliga framgongd í lærugreinini. So hvørt sum nýggj evni verða tikin upp, kann tað vera skilagott ella neyðugt at blaða aftur í bókini at hyggja eftir tí, sum tað nýggja evnið byggir á.