Kurt kennir seg so miseydnaðan. Ongin í verðini er meiri miseydnaður enn hann, soleiðis sum hann søplar lívið burtur á keiini har hann koyrir trukk. Okkurt má gerast, og Kurt finnur upp á ráð. Hann heldur seg hava fingið eitt ella tvey frálík hugskot um, hvat gerast skal,- men kanska vóru tey ikki so góð kortini.