Geislasteinar
(Bók)
Sólrún Michelsen
Í 1999 gav Bókadeildin út frálíku fantasy søguna hjá Sólrún Michelsen: Hin útvaldi. Nú kemur tað spennandi framhaldið: Geislasteinar. Men hóast persónar og umhvørvið er tað sama, ber tó væl til at lesa bøkurnar hvør sær.
Í Geislasteinum fær Aya eins stóran leiklut og Kol. Eisini hon er útvald at vera vísi - tað eru tey serligu fólkini, ið hjálpa og vegleiða bygdafólkinum - og saman verða tey send út á eina umráðandi og vandamikla ferð. Men fyrst noyðist Aya einsamøll at royna seg, tá ið hon villist til eldfólkið, ið er hótt av undirgangi… Aftur hevur tað eydnast Sólrún at skriva eina spennandi fantasysøgu, ið onki stendur aftanfyri nógv av teimum útlendsku, ið eru so væl umtóktar nú.