Í triðju bókini fer Tsatsiki í triðja flokk, og nú hevur hann bæði mammu og pápa. Nei, bíða, hann hevur tveir pápar, Gøran við hús og Pápa høgguslokkafiskara í Grikkalandi. Orkestrið hjá Tsatsiki og Per Hammar er væl umtókt í skúlanum, og við kærleikanum gongur eisini strálandi, tí bæði Maria Grynwall og Sára vilja báðar ganga saman við Tsatsiki, og hann veit ikki síni livandi ráð, hvørja hann skal velja sær. Og meðan hinir dreingirnir fyrst og fremst velja fótbóltin sum frítíðarítriv, hevur Tsatsiki valt skeykdansin…