Nykrósutjørn
(Bók)
Annika Thor
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdómsbókina Nykrósutjørn eftir svenska høvundin Anniku Thor. Karl N. Hansen týddi.
Annika Thor er fødd í Gøteborg í 1950. Foreldrini eru jødar og mamman flýddi úr Týsklandi til Svøríkis undan nasistunum í 1933.
Í fjør gav Bókadeildin út bókina Oyggin í havinum, sum var fyrsta bókin, ið Annika Thor skrivaði, og nú kemur so onnur bókin í røðini av fýra. Um sama mundið, sum Annika Thor skrivaði Nykrósutjørn, skrivaði hon eisini handritið til filmin S P ella K – sannleiki ella avleiðing. Handritið bleiv gjørt til bók, og hesa bókina hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini givið út.
Í fyrstu bókini vóru Steffi og lítla systir hennara Nelli sendar úr Wien í Eysturríki til Svøríkis at vera, tí týskarar høvdu hersett heimland teirra. Steffi var tá 12 ára gomul, og Nelli nøkur ár yngri. Mamman og pápin vóru eftir í Wien, tí tey fingu ikki loyvi at fara. Tá ið tær komu til Svøríkis, vóru tær sendar út á eina oyggj stutt frá Gøteborg at búgva hjá hvør sínum húski.
Í hesi bókini er eitt ár liðið, síðan genturnar komu til Svøríkis, og Steffi, sum nú er 13 ára gomul, gleðir seg at byrja í millumskúlanum í Gøteborg og fáa nýggjar vinir. Men mest av øllum er hon spent at hitta Sven aftur. Hon lærdi hann at kenna, tá ið Sven og tey gistu hjá teimum í oynni summarið fyri. Sven er 18 ára gamal, og Steffi er í loyndum forelskað í honum. Sjálv er hon ikki meira enn 13 ár, og hon veit ikki, um hann er góður við hana.
Steffi skal búgva hjá Sven og teimum, meðan hon gongur í skúla í Gøteborg, og tað gleðir hon seg til.
Líka nógv, sum Steffi saknar kærleikan, leingist henni eftir foreldrunum, sum eru eftir í Wien. Tá ið Steffi og lítlasysturin, Nelli, vórðu sendar til Svøríkis, tí nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar, var ætlanin, at øll skjótt skuldu koma saman aftur og flyta til Amerika. Men nú er eitt ár farið, og enn eru foreldrini ikki sloppin avstað.
Í skúlanum gongur væl hjá Steffi, hon fær eina nýggja vinkonu, og Sven og hon eru saman hvønn dag. Tey ganga túrar við hundinum og vitja vøkru Nykrósutjørnina, og Steffi er eydnurík, men hon torir ikki at siga Sven sannleikan um sín loyniliga kærleika.
Ein dagin fer Steffi heim at vitja eina vinkonu, og tá sær hon Sven saman við eini gentu, og nú verður ikki væl vorðið hjá Steffi. Hon verður so kedd og ill og vónsvikin, at hon ger av at gevast í skúlanum og fara heim aftur í oynna at vera, men nú ásannar Steffi veruliga, hvussu gott tað er at eiga góðar vinir og onnur, sum skylja støðu tína.
Nykrósutjørn er sum sagt framhald av bókini Oyggin í havinum, sum kom í fjør, men bøkurnar kunnu verða lisnar leysar hvør av aðrari.