Hendan bókin er ikki bara spennandi, hon er óluksáliga stuttlig. Við hesari bókini vann danin Henrik Einspor 1. virðisløn í kapping eitt norskt, eitt danskt og eitt svenskt forlag um bestu skaldsøgu fyri ung. Í 1352 hæsar Svarti deyði av. Drepsóttin breiddi seg um alt Evropa. Allastaðni hevur deyðin gjørt bart. Klæmint riddari er á veg norðureftir. Á vegnum kemur hann at fylgjast við gentuni Elini, dvørginum Willy og munkinum Eliasi. Ferðin verður spennandi, tí deyðin er í hølunum á teimun...