Marknaðarlæra
(Bók)
Annfinnur Zachariassen
Bókin, sum ber undirheitið »Søla og tænasta«, er í fyrsta lagi ætlað undirvísing í handilsskúlunum, men hon er eisini hent hjá øllum teimum, ið fáast við handilsskap, og hjá okkum viðskiftafólki at skilja okkara egnu keypsatferð. Vit keypa og selja vøru og tænastu. Tað er ein týðandi táttur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tað er lívsstarv hjá mongum.