Tsatsiki og kærleikin
(Bók)
Moni Nilsson-Brännström
Tsatsiki skal byrja í fjórða flokki eftir summarfrítíðina, men fyrst skal hann vitja pápa høgguslokkafiskara í Grikkalandi. Tá ið Dimitrisabbi doyr, er tað gott, at systkinabarnið Elena er har, tí hon finnur upp á nakað, so Tsatsiki næstan gloymir at vera keddur.
Tá ið Tsatsiki kemur heim aftur, gerast hann og Per Hammer blóðbrøður, og Tsatsiki dugir betur og betur at standa á rullufjøl. Sjálvt um hann ongantíð fer at duga so væl sum Per Hammer. Men tað ger einki, ikki so leingi, sum Sára heldur, at hann dugir øgiliga væl.
Og búkurin á mammu Tsatsiki verður størri og størri, og skjótt verður hann stóribeiggi.
Tsatsiki og kærleikin er fjórða bókin í røðini um Tsatsiki. Hinar eru: Tsatsiki og mamman, Tsatsiki og pápin og Bara Tsatsiki.