Tá ið vit missa ein kæran
(Bók)
Fredrik Wisløff
Bókin kom fyrstu ferð úr í 1990, men hevur verið útseld í nógv ár.
Í bókini viðgerð høvundin, hvussu svár sorgin kennist, tá ið vit missa ein av okkara. Troystandi við ymiskum ráðum roynir hann at koma tí syrgjandi til hjálpar, fyri at hann kann fóta sær aftur eftir missin. Bókin hevur verið ein troyst fyri mong, ið mist hava.
John S. Myllhamar týddi til føroyskt og Sjúrður Poulsen hevur gjørt kápumyndina.