Mirabell
(Bók)
Astrid Lindgren
Mirabell er bók eftir kendu Astrid Lindgren. Pija Lindenbaum hevur gjørt vøkru tekningarnar í bókini, og Ebba Hentze týddi.
Søgan er um Britta-Kajsu, sum fær eitt lítið fræ, sum skínur sum gull. „Set hetta lítla fræið niður í garðin hjá tær og vatna tað væl hvønn dag, so skalt tú bara síggja nakað stuttligt.“ Upp úr moldini veksur ein dukka, ein sovorðin dukka, sum Britta-Kajsa altíð hevur ynskt sær. Dukkan eitur Mirabell.