Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei. Helena finnur tí uppá ein ósjónligan hund, sum hon kallar Hussie. Pápin, ið er tann einasti, sum í fyrsta umfari kennir til loyndarmálið, hjálpir henni við ósjónliga hundinum, og tá ið Helena hevur víst í verki, at hon dugir at ansa einum hundi, gongur hennara hægsta ynski út...