Bókin er sett saman av opinskáraum samrøðum við kvinnur í aldursbólkinum 23 til 70 ár, og tískil eru tær dulnevndar, hóast onkur man kennast aftur. Í flestu siðsøguligu bókum verður skrivað um arbeiði og virki hjá monnum, meðan familjuviðurskiftini ikki hava fingið nær námindis líka stóra umrøðu. Hendan bókin er skrivað sum eitt íkast at lýsa viðurskiftini hjá nøkrum kvinnum í okkara tíð.