Hetta er søgan um hvussu samband kom millum okkara heim og landið Narnia. Alt byrjar tá Andrew lumpar Polly at nerta við gandaringin. Polly hvørvur í annan heim, men vinur hennara fer beint aftaná fyri at fáa hana heimaftur. Í hinum heiminum hitta Polly og Digory heksina Jadis, sum vil leggja allan okkara heim fyri føtur sínar. Men har hitta tey eisini máttmiklu leyvuna Aslan og gerast vitni til skapanina av rúnarbundna landinum Narnia, har dýrini tosa og hesturin Jarðber brádliga fær veingir.