Nakrir sjórænarar eru á veg til Bora Bora eftir einum skatti, tá teir av misgáum enda à Leynasandi. Har hitta teir drongin Jákup Jeremias. Jákup Jeremias sleppur at royna seg sum sjórænara, og tað heldur hann vera sera stuttligt, tí tá kann hann gera júst sum honum lystir. Men hann finnur skjótt útav at tað er onki petti stuttligt tá ið ódn brestur á, og ongin er at lesa søgu, ella at geva góðanáttmuss.