Hetta er triðja bókin í eini røð av ískoytislesibókum. Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun og Vár. Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi. Abbi og apan er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibøkurnar, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókunum. Abbi og apan er ein skemtilig søga um ein abba, ið siglir úti og hevur eina apu við heim úr Afrika til Hervør og Høgna. Apan er ein ordiligur apukattur, so nú hendur mangt og hvat.