Bókin er góð at hava við oman í fjøruna. Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær. Góðar litmyndir og upplýsandi tekstir lýsa fjølbroytta lívið í fjøruni. Aftast í bókini eru litmyndir og teknigar av plantum, tara, fiski, krabbadýrum, skjeljadýrum og øðrum botndýrum, so væl skuldi borið til at funni navnið á tí, sum tú livir í fjøruni.