Teir villu fótbóltsjassarnir. Henda søgan er ein av teimum, sum vanliga verður kallað autentisk ella verulig.
Høvundurin at bókini er pápi at høvuðspersónunum Leon og Marlon. Hann var venjari hjá fótbóltsjassunum og fekk hugskotið at skriva um teir, av tí at teir upplivdu so nógv stuttligt. Vinmaður hansara Jan Birck gjørdi teimum eitt eyðkennismerki, sum síðani er vorðið kent um allan heim. 13 bøkur eru skrivaðar um Teir villu fótbóltsjassarnar og Jan Birck hevur eisini gjørt tær stuttligu tekningarnar inni í bókini.