Tann fremmandi stóð í sínum gráa kappa og rann næstan saman við mjørkanum. Mamma stívnaði, tá ið hon varnaðist hann. "Hvat gert tú her?" spurdi hon. "Tað manst tú kunna gita." "Nei," Segði mamma og brúkti skammararøddina ímóti honum: "Slepp tær burtur. Lat meg og børnini fáafrið" Mamma Dinu er bangin fyri tí fremmanda. so bangin, at hon flýggjar yvir háls og herðar við allari familjuni, á myrkari nátt har ugluskíggj hoyrast, og óunniligir, kaldir vindar blæsa. Men ber til at fjala seg fyri einum Svartmeistara? Hvar finnur tú trygd, tá ið tann, ið jagstrar teg, hevur gávu ormsins?