{"fo":"Matti býr saman við konu og lítlari dóttur í einum fjølbýlishúsi í Helsingfors, men hann er ikki serliga væl nøgdur við tað. Hann sær seg sjálvan sum ein, ið má bøta aftur fyri frígeringarstríðið hjá kvinnunum, er ein «herkempa á heima-vígvøllinum», hóast hann ikke metir, at hann er skaptur til tað. Konan arbeiðir úti, sjálvur hevur hann bara okkurt hissini arbeiði, sum býðst.
\r\n Hjúnalagið ridlar. Ein dagin hava tey trætst og keglast, og tá ger hann eitt, sum hann ongantíð skuldi droymt um... Tá er henni ovboðið, og hon tekur óvitan við sær og flytur inn til eina vinkonu. Nú ásannar Matti, at í roynd og veru eru tær báðar sjálvur bulurin í tilveru hansara, og tí má hann royna alt fyri at fáa tær heim aftur. Tað kann bara gerast á ein hátt: Hann má gerast húsaeigari. Konan hevur borið tað upp á mál, at sær hevði dámt at búð í einum vanligum sethúsum. Sethús skal hann hava. Trupulleikin er bara tann, at tað er lættari sagt enn gjørt hjá einum, sum ongan pening eigur, at skifta eina illa íbúð í einum fjølbýlishúsi um við eini sethús við grasvølli og garði uttanum, baðstovu og útigrill. Hann fer til verka ...\r\n
\r\nUndir yvirskriftini “Liðugt við friðsælu“ tók kendi norski rithøvundurin Knut Faldbakken soleiðis til um hesa skaldsøguna:
\r\n “Henda brúsandi stuttliga og um somu tíð hugvekjandi skaldsøgan hjá Hotakainen snýr seg um, hvussu ein serskøltur, ið melur um seg sjálvan, brádliga verður trásettur av ímyndunum og siðalagnum í vælferðarsamfelagnum í Norðurlondum. Við speiska gløggskygni hansara, ið stendur avbyrgdur, leggur Matti sær rætt og slætt alt í geyma, sum kann hugsast at lokka konuna og dóttrina heim aftur. Samstundis sum verkætlan hansara ger, at hann verður upp aftur meira sjálvskoðandi og fjartøkin, tí hann gjøgnumskoðar tómleikan í tí, hann tráar eftir. Tá ið hann so umsíðir er komin hagar til, at hann skal gera dreym sín til veruliga, stendur hann eisini við vónloysisøðinnar dyr. Tá storknar láturin í hálsinum, og lesarin kennir seg noyddan at líta seg um í sínari egnu stovu: Hvat mundi Matti kunnað fingið burtur úr sovorðnum kringumstøðum?
\r\n Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin Kára Hotakainen fyri hesa skaldsøguna. Tað haldi eg vera ógvuliga væl rakt. Skaldsøgan er ein stílvøkur bygging av klókskapi, vídd, speisemi um eitt bládýpi av ráðaloysi. Eitt sýrubað fyri okkara norðurlendsku sjálvgleði.”\r\n","en":"Matti býr saman við konu og lítlari dóttur í einum fjølbýlishúsi í Helsingfors, men hann er ikki serliga væl nøgdur við tað. Hann sær seg sjálvan sum ein, ið má bøta aftur fyri frígeringarstríðið hjá kvinnunum, er ein «herkempa á heima-vígvøllinum», hóast hann ikke metir, at hann er skaptur til tað. Konan arbeiðir úti, sjálvur hevur hann bara okkurt hissini arbeiði, sum býðst.
\n Hjúnalagið ridlar. Ein dagin hava tey trætst og keglast, og tá ger hann eitt, sum hann ongantíð skuldi droymt um... Tá er henni ovboðið, og hon tekur óvitan við sær og flytur inn til eina vinkonu. Nú ásannar Matti, at í roynd og veru eru tær báðar sjálvur bulurin í tilveru hansara, og tí má hann royna alt fyri at fáa tær heim aftur. Tað kann bara gerast á ein hátt: Hann má gerast húsaeigari. Konan hevur borið tað upp á mál, at sær hevði dámt at búð í einum vanligum sethúsum. Sethús skal hann hava. Trupulleikin er bara tann, at tað er lættari sagt enn gjørt hjá einum, sum ongan pening eigur, at skifta eina illa íbúð í einum fjølbýlishúsi um við eini sethús við grasvølli og garði uttanum, baðstovu og útigrill. Hann fer til verka ...\n
\nUndir yvirskriftini “Liðugt við friðsælu“ tók kendi norski rithøvundurin Knut Faldbakken soleiðis til um hesa skaldsøguna:
\n “Henda brúsandi stuttliga og um somu tíð hugvekjandi skaldsøgan hjá Hotakainen snýr seg um, hvussu ein serskøltur, ið melur um seg sjálvan, brádliga verður trásettur av ímyndunum og siðalagnum í vælferðarsamfelagnum í Norðurlondum. Við speiska gløggskygni hansara, ið stendur avbyrgdur, leggur Matti sær rætt og slætt alt í geyma, sum kann hugsast at lokka konuna og dóttrina heim aftur. Samstundis sum verkætlan hansara ger, at hann verður upp aftur meira sjálvskoðandi og fjartøkin, tí hann gjøgnumskoðar tómleikan í tí, hann tráar eftir. Tá ið hann so umsíðir er komin hagar til, at hann skal gera dreym sín til veruliga, stendur hann eisini við vónloysisøðinnar dyr. Tá storknar láturin í hálsinum, og lesarin kennir seg noyddan at líta seg um í sínari egnu stovu: Hvat mundi Matti kunnað fingið burtur úr sovorðnum kringumstøðum?
\n Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin Kára Hotakainen fyri hesa skaldsøguna. Tað haldi eg vera ógvuliga væl rakt. Skaldsøgan er ein stílvøkur bygging av klókskapi, vídd, speisemi um eitt bládýpi av ráðaloysi. Eitt sýrubað fyri okkara norðurlendsku sjálvgleði.”\n"}