Skaldsøgan er um gentuna Lív, sum er úr eini lítlari, føroyskari bygd. Evnarík, men viðkvom, lærir hon á ungum aldri tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Hon er merkt, og í bókini verður spurningur settur við, í hvussu stóran mun vit sjálvi eru før fyri at mynda lív okkara.