Teir villu fótbóltsjassarnir 2
(Bók)
Joachim Masannek, Róin Clementsen
Felix hvirluvindurin
Felix fær ein nýggjan floksfelaga: Rokko, sonur ein brasilianara, sum skal spæla í FC Bayern Munchen. Í fyrstani er felix eitt sindur varin at nærkast hesum væl spælandi dronginum, sum øll hini taka ímóti við opnu ørmum. Rokko vil sleppa at spæla á liðnum hjá Teimum villu fótbóltsjassunum. Men knappliga ein dagin kemur hann ikki til venjing, tí pápin noktar honum at spæla við teimum. Rokko skal spæla á liði hjá Bayern! Teir villu fótbóltsjassarnir fáa gron, men so finna teir upp á ráð: Teir fara undir harða venjing, og so bjóða teir Bayern av til dyst!