Yrkingasavnið er uppbygd sum ein krevjandi fortættað tematisk umferð av evnum, ið fænomenologiskt arbeiða seg um tað ósagda, tað ósigiliga og kennir til sína egnu kreppu í hesum arbeiðinum. "Styrkin í hesum savninum liggur í drivinum, ið vísir seg sum ein floymandi, uppreksandi myndagerð. Hetta ger, at rúmið kring subjektið alla tíðina verður víðkað - við longsli sum talu um gloymsku." - Bergur Rønne Moberg, Dimmalætting