Savnið er býtt upp í tríggjar partar við heitunum, Innansjónir, Líkindi og Sindr. Yrkingarnar eru heimspekiligar hugmyndir, ið verða lýstar bæði speiskliga, skemtiliga, hugvekjandi og romantiskt. “Spegilsmyndir” er annað yrkingasavnið hjá Valdemar á Løgmansbø. Fyrra savnið, “Bátsbeinabjølgur brunnin”, kom út í 2000.