Væl umtókti føroyski detektivurin Hannis Martinsson er aftur á ferð í nýggju krimibókini »Metusalem Heitið á bókini sipar tað eina beinagrind, sum verður funnin í Hoyvíkstjørn. Menn meta leivdirnar at vera um túsund ára gamlar, men ein sandingur sigur, at beinagrindin er av beiggja sínum, sum hvarv í 1961. Ein gátufør beinagrind er hesuferð orsøkin til, at detektivurin Hannis Martinsson verður fløktur inn í eitt óhugnaligt mál í nýggjari krimisøgu frá Jógvani Isaksen Frá hesum degi verður Hannis Martinsson fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran »Red Crusader« og hernaðarstøðina í Mjørkadali.