På vandring i Nólsoys fortid
(Bók)
Steffen Stummann Hansen
Við góðari hjálp frá nólsoyingum hevur Steffen í "På vandring i Nólsoys fortid" skrivað um søgu og fornminni í Nólsoy og setir oynna inn í eina størri søguliga heild, sum umfatar bæði Føroyar og onnur norðurlond.
Hetta hendir í tøkum tíma, tí fleiri av fornminnunum eru lutvíst hótt ella oyðiløgd, og summi teirra liva bert í staðarnøvnum og frásagnum. Dentur verður lagdur á, at neyðugt er at gera fornfrøðiligar skrásetingar og kanningar, eitt nú í Korndali, har fleiri toftir vórðu grivnar burtur ella fóru undir heilt, tá vegur varð bygdur suður úr bygdini í 1972.
Bókin er serliga ætlað ferðafólki, men eisini nólsoyingum og øðrum føroyingum við áhuga í Nólsoy, og spennandi teksturin er skrivaður á løttum máli. Eitt umfatandi savn av eldri og nýggjum myndum stuðlar upp undir tekstinum, so eisini tey, sum ikki eru staðkend, kunnu fylgja við og brúka bókina sum ferðaleiðara, tá tey elta farnar slóðir.