Sólin letur
hana úr. Eitt plaggið fyri og annað eftir hvørvur av kroppi hennara og endar
sum tilfar í tí bóli, sum hon reiðir sær. Her liggur hon so væl krógvað, at
henni nýtist ikki at stúra fyri, at nakar sær hana. Ikki ein sál er í námindu,
hon eigur hesa grýtuna heilt fyri seg sjálva, ja, um hon sær burtur frá einum
grátítlingspari, sum býr einastaðni undir bakkanum…
Hon toyggir
sínar vøkru limir út eftir helluni og breiðir seg. Liggjandi á rygginum,
víðopin og bjóðandi, liggur hon sum eitt offur til sólina. Hon gleivar eitt
sindur meira, so sólargeislarnir sleppa framat at kína henni um kynið.
Áhaldandi kín teirra fáa hana at lata seg meir og meir upp. Brátt kennir hon
sólina rísa inni í sær. Hon liggur við sólini.