»Bøðilin« er ein long stuttsøga ella ein stutt skaldsøga. Høvundurin er ávirkaður av fasismuni, sum tók seg upp í Europa í árunum undan 2. heimsbardaga, og moralskir spurningar settu í stóran mun dám á skaldskapin hjá Lagerkvist í 1930 og 1940árunum. »Bøðilin« er søgan um tann tíðarleysa óndskapin og fordømir hóttanina frá einaræðisharrunum og fasismuni. Fyrsti parturin er lagdur til ein miðaldar bý, har lesarin hittir bøðilin, sum síðani verður fluttur upp í nútíðina og ongantíð missir sína innastu veru sum tann holdgjørdi óndskapurin. Hann er fordømdur í ævigar tíðir fyri syndirnar hjá mannaættini.