Páll Kunoy minnist serliga væl tosið millum eldru menninar í Kunoy um hendingina, tá ið Ernestina fór á land undir Selvíksbjørgum í 1930. Páll Kunoy greiðir frá, hvussu abbi hansara, Christoffur Kunoy, fortaldi honum um sváru løtuna, tá ið Kjølbro sendi telefonboð til sín, sama dagin sum lagnuboðini um Ernestine komu til Klaksvíkar. Abbin varð biðin av Kjølbro at fara í eitt hús í Kunoy at bera sorgarboðini til 29 ára gamla einkju, sum nú sat eftir við fimm børnum. Hetta vóru tyngstu fet hjá abbanum á foldum, greiddi hann frá.
"Ernestine" er bókin, sum greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi, har franskmenn fiskaðu við henni. Honum dámdi skipið væl, og tað eydnaðist saman við bróðrinum J. F. Kjølbro í 1927 at keypa Ernestine úr Fraklandi.
Ernestine gjørdist ikki langt lív lagað á føroyskum hondum. Longu trý ár seinni fórst hon undir Selvíksbjørgum í Íslandi. Tað sigst, at tá ið teir menninir, sum komu undan hendingini við lívinum, hittust, fevndust teir og talaðu lítið. Tað, sum fram um alt stendur eftir frá hesum skipsbroti, er eitt av teimum allarstørstu bjargingarbrøgdunum, ið framd eru í føroyskari siglingarsøgu.
Brot úr bókini:
"Skiparin heitti tá á Ziska Jacobsen, ið var góður
svimjari, um at royna at svimja í land, men skiparin sá
tó, at brimið breyt langt upp í bergið. Sjálvt um Ziska
tá hevði kunnað svomið inn ímóti landi, hevði ikki
verið gjørligt at komið á land".
Bókin um Ernestine er ein roynd at greiða frá hesum skaðatilburði og sjáldsama og ótrúliga bjargingaravriki, ið Ziska Jacobsen gjørdist kendur og virdur fyri.
Kelda: Klaksvíkar kommuna