Í 1900 búðu færri enn 1700 fólk í Havn. Í 1894 var kommunuskúlin bygdur og eftir 1900 fór kommunan undir at stykkja út oman fyri Vaglið. í 1929 varð fyrsta byggistig av Tórshavnar Havn liðugt og menningin tók nú dik á seg.
Fátt sigur so væl søguna sum fotomyndir, og endamálið við bókini er at siga ein part av Havnar søgu tíðarskeiðið 1900 til 1940.