Danin Jan Kjær hevur skrivað og myndprýtt tríggjar bøkur um dreingin Luka. Fyrsti partur er komin í bókhandlarnar nú. Luka verður tveittur út í eina óhugnaliga veiðiferð, har hann noyðist at stríðast fyri lívinum, meðan hann lærir seg at hava tamarhald á sínum evnum. Bókin er løtt at lesa og spennandi. Myndirnar minna nógv um teknirøðir, og tað er Jan Kjær eisini serfrøðingur í at tekna.