Summarið er, sum tað plagar í dalinum hjá Mumitrøllinum, lýtt og fult av stuttligum møguleikum. Lítla dýrið Sniff hevur funnið eitt helli, sum hann nú kannar sær – ein ógviliga stór hending. Men seint um náttina kemur stormurin ... Ert tú ógviliga lítil, er ringt at skilja, at rúmdin er kolsvørt og endaleys, og at jørðin er ein ógviliga lítil neisti av lívi. Brádliga – langt úti í myrkrinum – lýsir eitt reytt eyga, sum gerst størri fyri hvønn dag, sum gongur. Tað er halastjørnan, sum nærkast Mumidali! Luftin er reyð, og havið krýpur heilt niður í holurnar. Hvørt einasta lítið krúp pakkar alt, tað eigur, saman og flýggjar. Men Mumrikur tekur munnharpuna og spælir vísuna um ævintýr, sum ikki bara eru long, men øgiliga long, og síðan koma tey sær beinleiðis út í vandamiklar støður. Komið við!