Alex dogboy
(Bók)
Jón Joensen, Monica Zak
Bókadeildin hevur millum ár og dag givið nógvar bøkur út um børn, sum liva á lívsins skuggasíðu, m.a. tey børn, ið noyðast at búleikast úti á gøtuni.
Best kendu munnu vera tær hjá Mecku Lind.
Bókin, ið nú er útkomin, hevur Monika Zak skrivað. Søgan er um gøtubarnið Alex, sum býr saman við hundum í Honduras.
Lívið hjá Alexi hevur ikki verið nakar dansur á rósum. Tá Alex er fýra ára gamal, rýmir mamman frá teimum. Seinni letur pápin hann upp í hendurnar á fastrini og flytir aftaná mammuni til USA. Fastirin er góð við hann, men Alex kennir seg ikki heima har, og tí ger hann av at flyta út á gøtuna, har hann er fyri nógvum ræðuligum hendingum. Hann svøltar, verður rændur av einum útlendingi og verður illa viðfarin.
Men lívið hjá Alexi broytist, tá hann tekur sær av einum hálvdeyðum hundahvølpi, ið verður besti vinur hansara.
Bókin er 230 bls. og er heft. Jón Joensen týddi.