Fyrsta bókin um mannajagstraran kom seinasta ár og hetta er spennandi framhald av røðini um mannajagstraran Luka. Bøkurnar eru ein samanrenning av bók og teknirøð. Luka leitar eftir einum lærumeistara, ið kann læra hann at gerast mannajagstrari. Tí fer hann til kenda veiðimannin Ezra ArManju. Men hin ræðuliga gentan, Selina, ætlar at forða honum á leiðini, hon dugir at kasta við knívum og ætlar eisini í læru hjá veiðimanninum. Spurningurin er, hvussu langt fer Luka fyri at vinna. Jan Kjær hevur bæði skrivað og myndprýtt. Sonne Smith týddi úr donskum.