Bókin Endurminningar hjá Mumipápa kom út á svenskum fyrstu ferð í 1968. Mumipápin hevur mangan sagt, at einferð skal hann seta seg at skriva endurminningar um sín rokmikla ungdóm. Tá ið hann so verður sjúkur, setir hann seg niður og byrjar at skriva um ungdómslívið, tá ið alt var nógv størri og vandameiri og heitari enn nú. Hann skrivar um fjølbroyttar ferðir og stórar veitslur, og kanska reypar hann í so nógv, men tað er til stóra fragd fyri áhoyrararnar; og eitt sindur mást tú reypa, um bókin skal gerast spennandi