Tey bæði trúfesti og fulkomin friður
(Bók)
Hanus Samró
úr bókini:
"So hoyrdist fótafet og grátur. Tað ljóðaði, sum ein snjøll rødd var í millum, men hon var ótýðulig. Tveir støðugir fótabrestir nærkaðust, tað hoyrdi Bjarti, men hann var tó ikki tilvitaður um, hvaðani hesir komu, tí hann visti ikki, hvar hann var. So steðgaði fótaleikurin, og ein róligur andadráttur hoyrdist. Tað tyktiskt, sum var hon yvir honum. Grátuherðindini vóru enn týðulig, men tey fjaraðu til hissini eymk. So hoyrdist sissandi røddin aftur, hesa ferð var hon beint uppi yvir honum, men áðrenn orðini festu seg í tilvitið, var lokið á eygunum flutt, og ein bjørt ljósrípa skein, halleluja, hugsaði Bjarti, men einki hendi. So segði maðurin handan glæmuna nøkur orð, men eisini tey duttu burtur. Fótabrestirnir hoyrdust aftur, tvey støðug traðk, sum fjaraðu og ekkóaðu í niðugjónni, inntil tey hvurvu heilt. Hvat er hetta fyri nakað?"