Er Gud til? Hevur Darwin rætt? Kann politikkur byggja á trúgv? Kann kristindómurin vera skaðiligur? Átta høvundar, sum umboða mótstríðandi sjónarmið, viðgera í hesi bókini omanfyri nevndu spurningar. Her verður trúgvin á Gud vigað og dømd. Menningarlæra Darwin eftirmett. Viðurskiftini lýst ímillum átrúnað og politikk. Og ávirkan kristindómsins sett undir luppin.