eitt feigdaráratíggju í leirvíkar søgu
(Bók)
Steffen Stummann Hansen
1874-1883
Árini 1874-1883 var Leirvíkarbygd rakt av ikki færri enn fimm syndarligum vanlukkum. Talan var um fýra sjólát, umframt at tvær ungar gentur hvurvu á gátuføran hátt á veg úr Leirvík til Eiðis. Hesir tilburðir hava livað á manna munni til hendan dag, og hetta hevur í stóran mun myndað nútíðar tilvitskuna um sorgarleikirnar.