Fyrisitingarlóg
(Bók)
Kári á Rógvi, Bárður Larsen
lærubók
Fyrisitingarlóg er lærubók skrivað í føroyskum høpi. Bókin greinar mest týðandi ásetingar fyri fyrisiting í Føroyum og nertir eisini við søgu, mál og aðrar fortreytir fyri góðari fyrisiting.
Tørvurin á lærubók um fyrisitingarlóg er eyðsýndur. Lógir, kunngerðir og aðrar reglur eru á føroyskum; umsóknir, avgerðir og úrskurðir av mongum slagi eru á føroyskum; men kortini eru fakmál og hugtøk lítið ment á føroyskum og út frá føroyskum dømum.
Bókin skiftir ímillum siðbundna frálæru og djypri frágreiðing í serligum teigum, umframt at leggja dent á umhugsan og uppgávur, ið lesarin kann fara undir til tess at hvessa sær førleikar. Bókin hevur margutekst og index, ið lætta um at teingja saman fakorð og frágreiðing.
Høvundar, ið báðir starvast við at byggja upp lógkunnleika á Fróðskaparsetri Føroya, hava eisini drúgvar og ymiskligar royndir við lóg bæði teoretiskt og praktiskt.
Bókin viðger evni sum sakliga fyrisiting, formliga fyrisiting, alment innlit og roynd av fyrisitingaravgerðum. Harumframt er dentur lagdur á almennar førleikar sum at finna lóg og á uppgávutøkni.
Bókin byggir á gransking og undirvísing á Fróðskaparsetrinum og fyribilsútgávuna frá 2011, sum var ætlað áhugaðum til hoyringar. Fyrra bókin var væl móttikin..