Puman
(Bók)
Laura Trenter, Jón Joensen
Fleiri kenna ivaleyst bøkurnar hjá Lauru Trenter. Hon skrivar krimikendar søgur, sum eru væl dámdar millum stór børn og ung.
Puman er ein søga um Sannu, vinfólkini og eina pumu, ið knappliga fer at ganga í gøtunum og skapa rumbul um seg. Puman hjálpir teimum hjálparleysu og samstundis byrjar Sanna at vakna á løgnum støðum og minnist ikki, hvat er hent. Hvat samband hevur hetta við pununa? Tað er loyndarfult, løgið og óskiljandi - ógvuliga spennandi! Hetta er samstundis ein innilig søga um eina gentu, sum hevur mist mammu sína og um at arbeiða seg sum frægast burtur úr sorgini.