Mánalýsi er ein nútímans krimisøga fyri børn. Hon hevur støði í gerandisdegnum hjá føroyskum børnum og er sera skemtilig og hevur ein óvæntaðan enda, soleiðis sum vanligt er í krimisøgum. Í stuttum er søgan um systkini Bjarka og Birnu og vinmannin André. Tað, sum ger bókina so spennandi, er, at ein málningur verður stolin úr Smiðjuni í Lítluvík. Eitt mál sum børnini í felag fáa loyst.