Víkingarnir koma
(Bók)
Regin Debess, Mauri/Tarja Kunnas
Hetta er ein bók, har søgur úr víkingatíð verða sagdar á ein heilt øðrvísi hátt. Í bókini eru púra garvillar søgur um hendingar, sum víkingar eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum, men tær eru allar grundaðar á veruligar søgurligar hendingar. Her eru søgur um Búa Berserk, Bárð Bráða, Súna Sanndroymda, Herálv Hepna, Torfinn Tónadeyva, Køtlu hina Klóku og mong onnur.