At liva í allar ævir
(Bók)
Turið Kjølbro, Sally Nicholls
”Eg eiti Sam. Tá ið tú lesur hesa bókina, eri eg allarhelst deyður.” Soleiðis stendur at lesa á fyrstu blaðsíðu í hesi sera hjartanemandi og samstundis lívsjáttandi søguni um 11 ára gamla Sam, sum hevur blóðkrabbamein. Hetta er ein serlig bók, sum er bygd upp av søgum, listum, upplýsingum og myndum, ið Sam savnar saman seinastu tríggjar mánaðirnar, áðrenn hann doyr. Bókin varð kosin at vera besta barnabókin í Onglandi longu ein mánað eftir, at hon var komin út.