Molly Moon er foreldraleys, býr á barnaheimi og eigur heilt serlig evni at hypnotisera. Hon kann fáa øll at gera, hvat hon vil. Men tá ið hon verður biðin at kanna tær óndu gerðirnar hjá einum amerikanskum ríkmanni, fær Molly ein lívshættisligan mótspælara. Primo Cell er ein meistari at hypnotisera og hevur í loyndum fingið vald á størstu stjørnunum í Hollywood. Og tá ið Molly og Petula hitta hann á Oscar-handanini, verða tey tikin av fótum av ógvusligum hendingum. Hetta sjálvstøðugt framhald av Ótrúligu hypnosubókini hjá Molly Moon, sum kom út í 2006.