Kúgvin er ikki hvør sum helst kúgv, men er Raska, sum Mjólkarvirkið eigur. Raska er tann kúgvin, sum skal fáa børn at elska at drekka føroyska mjólk. Og sjálv er Raska forelskað upp um bæði oyru í tarvinum Karli. Karl skal koma á ólavsøku, og Raska og Jógvan fara oman á kaina at bíða eftir honum. og tá Karl kemur, verður alt gleði og gaman!