Ein mansaldur herfyri ella tveir, í eini tíð tá ið fátækt og niðurgongd merkti vinnulívið í Føroyum, varð skipað fyri at ognarleys fólk fingu atgongd til dyrkilendi burtur av táverandi kongsjørðini. Hendan skaldsøgan er um nøkur sovorðin fólk, ið setast niður í einari útryðju, og um lagnu teirra.