Tær hendingar, ið sagt verður frá í hesari skaldsøgu, fara fram undir krígnum 1939 – 45, fyri ein part í einari stórari føroyskari bygd, eitt nú eisini í Havnini. Hetta er ein døpur og hættislig tíð, men samstundis ein gulløld: tað er tann tíðin, tá ið hin føroyski sjómaðurin við síni váðasigling flutti ævintýrlig ognarvirði til landið, har lívshátturin knappliga broyttist frá fátækt til ovurnøgd, og samvitskuleyst happadráttarlyndi førdi skemd og siðloysi við sær. Søgan gevur eina keipumynd av menniskjum í hesum trølsliga heimi, men avdúkar samstundis ein ofta ótýdligan kjarna av sannleika. Í sortanum er givin út sum: