Fyri okkum nútíðar menniskju er tað ein gáta, hví fólk settu búgv har norðuri, men vit duga ikki at meta um tey virði, ið vóru teimum so kær, og sum tey gleddust yvir. Men eitt kunnu vit vera samd um, at baksið var stórt, og strævið hevur tað verið hjá teimum, men tey kendu ikki til annað, og tí góðtóku tey tað”.