Longu í 1946 gav Norrøna Forlagið út bókina BUMBUR YVIR FØROYAR við frásøgnum um hendingar og vanlukkur, sum seinni heimsbardagi hevði við sær í Føroyum. Greitt verður frá gongdini í krígnum, og hvørji tiltøk myndugleikarnir í Føroyum settu í verk. Her eru brot úr lógum og reglugerðum, og somuleiðis viðmerkingar úr bløðunum. Eisini verður nomið við fíggjarligu umstøðurnar og tryggingarviðurskifti. Frágreiðingarnar frá teimum, sum vóru mitt í hendingunum, gera bókina nærverandi og livandi. Sagt verður frá, hvussu fólk noyddust at flýggja úr bygdini, og hvussu stóð til umborð á skipi, ið varð bumbað. Flestu frásagnirnar eru, sum vera man, álvarsamar, men okkurt skemtiligt er eisini tikið við. BUMBUR YVIR FØROYAR gevur okkum eina mynd av, hvussu tað var at liva í vanda og ótta. Eina mynd, sum ikki er litað av frástøðu í tíð, men er sett saman beint eftir, at hendingarnar fóru fram.