Hósdagin 23. oktober í 1924 hittust fleiri fólk við tí fyri eyga at fara undir eitt kristiligt arbeiði her á landi. Henda dagin var Tórshavnar Korps av Frelsunarherinum stovnað, við dananum Ensein A. Juul Pedersen sum fyrsta leiðara sínum. Frammanundan høvdu Føroyar havt vitjan av ymiskum offiserum á ferð til og úr Íslandi. Hesi, sum hittust henda heystkenda hósdagin mundu lítið gruna, at ein í dag, 90 ár seinni fór at hava eina virkna samkomu í høvuðsstaðnum við arbeiði bæði í og uttanfyri samkomuna.