Jon Fosse fekk Nobel-virðirlønina í bókmentum fyri 2023.
Skaldsøgan er í tveimum pørtum. Ólavur er spentur, nú konan skal eiga, og hon føðir ein vælskaptan drong, sum verður nevndur Jóhannes. Ímillum fyrra og seinna partin gongur ein mansaldur. Í seinna parti er tað ígjøgnum Jóhannes, vit síggja og hoyra alt. Vit eru saman við honum ein vanligan gerandisdag. Men alt er øðrvísi henda dagin. Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi undrar Jóhannes seg á, hvussu fremmant alt er. Guvarnir eru øðrvísi, allir lutir eru fjarari og hava mist sítt vanliga evnistilfar. Alt er har og ikki.